Varaleiðari til Elding SMS

Spennandi varaleiðara starv í Elding SMS! Brennur tú fyri sølu og tænastu, og dugur at leiða og motivera starvsfólk?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir. Vit sóknast eftir ágrýtnum og fyrikomandi varaleiðara til handil okkara í SMS.

Vit kunnu bjóða tær eitt mennandi og dynamiskt arbeiðspláss við spennandi avbjóðingum, og góðum starvsfelagum 

Um starvið

Arbeiðsstaðurin er í Elding SMS í Tórshavn. Varaleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • At skipa arbeiði og vera ein fyrimynd fyri tíni starvsfólk
  • At fylgja upp tá málsetningar skulu røkkast
  • Starvsfólkatrivnaði, og tú ert ein sjónligur viðspælari úti á gólvinum í handlinum
  • At bíleggja vøru, taka ímóti vørum, seta á hillar, og mangt annað
  • At vera við til at fyriskipa og luttaka á leiðslufundum
  • At fyrireika tilfar til leiðsluna

Vit vænta, at tú

  • Hevur hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur viðkomandi royndir innan handilsvinnuna, tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir
  • Brennir fyri at veita góða tænastu
  • Klárar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum er í vøkstri innan handilsvinnuna, har vit eisini veita loysnir til vinnuna og tað almenna. Elding hevur í dag 6 handlar og 2 verkstøð - umleið 80 starvsfólk. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til okkara kundar.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Metir tú teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til Herman Winther, handilsleiðari, á herman@elding.fo.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost ella ringja til Herman Winther á +298529015

Umsóknarfreistin er 31. mars á midnátt.